Wenzel Service er verkstað okkara, har vit umvæla og hava tænastueftirlit við bilmerkini Ford, Volvo, Mazda, Kia, MG, Isuzu, BYD og Polestar. Vit hava drúgvar royndir innan økið og leggja dent á, at hava dugnalig starvsfólk.
Fyri tín bil merkir tað, at hann helst fær bestu tænastu á marknaðinum, og fyri teg merkir tað, at tín bilur er skjótari liðugur og bíðitíðin ikki ov drúgv.
Opið er
Mánadag – Hósdag kl. 8.00 – 17.10
Fríggjadag kl. 8.00 – 12.00
Ring á tel. 354500 ella trýst her fyri at bíleggja tíð.
Oljuskift
Vit mæla kundum okkara, sum hava ognað sær nýggjan bil frá okkum, at skifta oljuna fyri hvørjar 12 mánaðar, ella samb. ásetta kilometratali.
Umráðandi er, at peila oljuna javnan. Eru tygum í iva um, hvussu hetta verður gjørt, ber til hjá tær, at koma á verkstaðið og lata okkum gera tað. Hetta uttan kostnað.
Tørvar bilinum at fáa oljuna skifta, hevur tú møguleika til, at venda tær til móttøkuna. Oljuskift avgreiða vit sum skjótast.
Eftirlit
Bilurin er ofta ein stór íløga. Umráðandi er at viðlíkahalda bilin væl, so at søluvirðið ikki minkar óneyðugt, og at trygdin verður varðveitt. Tað er av stórum týdningi at ásettu eftirlitini verða hildin, um bilurin skal vera so rakstrartryggur sum gjørligt.