Wenzel og Vilhelm vóru framskygdir undangongumenn
Wenzel Petersen stovnaði fyritøkuna, har hann saman við Vilhelm Nielsen seldi fyrsta bilin í Føroyum. Hann var ein íðin og framskygdur maður. Hann var m.a. við til at stovna Havnar Handverksmeistarafelag og var býráðslimur í mong ár.
Wenzel Petersen var føddur tann 2. november 1887 í Tróndargøtu í Havn, sonur Petur Petersen úr Saltnesi. Familjan flutti til Havnar, stutt áðrenn Wenzel var føddur. Pápin var bróður Fríðrik Petersen, próst. Liðugur við skúlan fór Wenzel í smiðjulæru. Sum útlærdur smiður fór hann 18 ára gamal til Keypmannahavnar, har hann starvaðist í Titan maskinverksmiðjuni, samstundis sum hann fekk sær útbúgving sum elektrikari. Hann búði í Danmark eini 10 ár og giftist við Sofíu, dóttir Óla Svenn Svendsen úr Havn.
Wenzel og Vilhelm møtast
Wenzel fór í 1916 at sigla sum elektrikari í eitt ár við ØK skipinum "Falstria." Har kom hann at sigla saman við einum dana, Vilhelm Nielsen, sum seinni giftist við Sigrid, systir konu Wenzel. Wenzel stovnar í 1917 ein maskinhandil í Havn, sum m.a. fekst við at installera DAN-gløðihøvdmotorar í fiskiskip og bátar.
Í 1919 keypir hann Quillingsgarð í Havn saman við eigaranum av Sápuhúsinum. Quillingsgarður var tá stórur bygningur, og smiðjan fekk innivist í fjósinum, ið hoyrdi til ognirnar. Ein maskinverkstaður varð innrættaður, har sum Breidal fotografur áður hevði havt atelier. Wenzel og konan høvdu leigað eini hús í Konradsbrekku, men nú fluttu tey inn í Quillingsgarð at búgva.
Fyrsti bilurin kemur til landið
Samstarvið millum svágrarnar, Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, byrjar í 1920 og vardi í eini 7 ár. Í hesum tíðarskeiði eydnaðist teimum at skapa søgu her á landi, við tað at teir í 1922 skipaðu fyri, at fyrsti bilurin kom til Føroya. Hetta var tann 6. mai. Tað var ein 1-tons Ford TT lastbilur, sum Júst Sivertsen og Johannes Olsen keyptu.
Teir seldu fordbilarnar at byrja við, og seinni fingu teir eisini umboð fyri General Motors, har ímillum aðrar chevroletbilarnir høvdu teirra áhuga. Ford kundi ikki góðtaka, at teir seldu hesi bilsløgini saman. Hetta førdi við sær, at teir samdust um, at Vilhelm Nielsen fekk General Motors umboðið. Síðst í 20-árunum flutti Vilhelm út í smiðjuna hjá Sigmund Arge, úti í Grind, yvir av smiðjuni í Lítluvík. Hann var har, til nýggi bygningurin í Jónas Broncks gøtu var liðugur í 1935.
Bretar leggja hald á Quillingsgarð
Tá bretar komu til Føroya í 1940, løgdu teir hald á Quillingsgarð, og Wenzel flutti við familjuni út í Havnardal at búgva. Tá kríggið var av, byrjaði sonur Wenzel, Jóhannes Svend, verkfrøðingur, saman við Hjalgrími Hentze at umboða Alpha Diesel motorar. Fyrstu tíðina hildu teir til í einum pakkhúsi, men virksemið vaks, og teir máttu finna onnur høli. Teir fluttu í eini hús úti í Bakka við maskinverkstaðnum og Alpha Diesel umboðnum. Í 1952 keypir Wenzel Petersen bygningin úti í Bakka, og í 1957 flyta bilasølan og bilverkstaðurin úr Quillingsgarði og inn har. Um hesa tíðina arbeiddu um 40 fólk í fyritøkuni.
Wenzel Petersen var íðin og framskygdur maður. Hann var býráðslimur í nógv ár, bæði fyri og eftir kríggið. Hann var í teknisku nevnd og havnarnevndini og í nevndini í Havnar Handverksmeistarafelag.
Wenzel Petersen andaðist 21. oktober í 1954, 67 ára gamal.
Fyritøkan flytur niðan á Oyggjarvegin
Alt virksemi var samlað úti í Bakka til 1970, tá bilasølan og bilverkstaðurin flyta í nýggjan bygning við Oyggjarvegin. 20 ár seinni, í 1990, flytur mekaniski verkstaðurin eisini í nýggjan bygning við Oyggjarvegin, á sama øki sum bilasølan, har sum Maskinmeistaraskúlin er í dag. Húsini úti í Bakka keypti kommunan í 1986.
Fyritøkan kláraði seg ígjøgnum góðar og ringar tíðir. Sølan av bilum gekk væl, og okkurt árið í áttatiárunum vóru seldir yvir 400 bilar, og eini 70 fólk vóru í arbeiði. Fyritøkan varð býtt upp í 5 deildir: bilasølu, maskinverksstað, skipsútgerð, ídnaðarútgerð og gasssølu, umframt eina deild í Vági. Men búskaparkreppan fyrst í nítiárunum hevði eina so ógvusliga afturgongd við sær, at meginparturin av fyritøkuni P/F Wenzel Petersen konsernini hóraði ikki undan, og alt virksemið í báðum bygningunum helt uppat. Bert gasssølan slapp undan at steðga upp.
P/F Wenzel
Tað var tó skjótt, at fyrrverandi starvsfólkini byrjaðu av nýggjum, og nøkur byrjaðu fyri seg sjálvan. Abbasynir hjá Wenzel Petersen stovnaðu fyritøkuna P/F Wenzel og hildu fram við Ford umboðnum við Óla-Svenn Nolsøe, Petur Smith Petersen og Líggjas Husgaard.
Starvsfólkið hevur støðast væl í fyritøkuni, eitt nú Hans Mortensen, sum byrjaði hjá P/f Wenzel Petersen 1. juni 1955 og var í fyritøkuni í yvir 50 ár.
Tann 10. oktober 2006 keypti Gunnar Justinussen P/F Wenzel og 1. januar 2009 fekk P/f Wenzel umboðið av Volvo persónbilum í Føroyum, soleiðis at felagið í dag umboðar Ford og Volvo í Føroyum.
22. desember 2017 valdi Gunnar Justinussen at selja P/F Wenzel. Nýggi eigarin er nú Rúni Djurhuus.
Bilrøkt
Bilrøkt varð stovnað av Jákup á Borg í 2005 og Wenzel varð stovnað av Wenzel Petersen í 1925. í 2023 vórðu fyritøkurnar lagdar saman til eina stóra fyritøku, ið bjóðar alskyns tænastur.
Virksemið hjá Bilrøkt byrjaði í 2005 við reingerð av bilum og brúktbilasølu. Jákup á Borg setti felagið á stovn og sat sum stjóri, inntil felagið varð selt.
Í fyrstuni var virksemið í gamla verkstaðnum hjá Suzuki við Varðagøtu í Havn. Her varð arbeitt við at reingerða bilar fyri kundar, umframt søla av brúktum bilum. Tað gjørdist skjótt greitt, at hølini vóru ov trong. Bilrøkt flutti síðan í munandi størri hølir í Pedda við Steinsgøtu eftir hálvt annað ár við Varðagøtu. Hesi hølini blivu nýtt í hálvt annað ár, tá flutt bleiv út í Stiðjagøtu, har Bilrøkt hevur hildið til síðani tá.
Í 2022 keypti Rúni Djurhuus Bilrøkt og eru P/F Wenzel og Bilrøkt nú løgd saman til eina stóra fyritøku, ið kann bjóða alskyns tænastur og taka í móti alskyns bilmerkjum.