Skrivstovunæmingur til móttøkuna á verkstaðnum

Vit søkja eftir einum røskum, ágrýtnum og eldhugaðum lærlingi til móttøkuna á verkstaðnum hjá Wenzel. Læruplássið er tøkt at byrja skjótast gjørligt.

 

Um starvið

Saman við okkara verkstaðstoymið, kemur tú at verða bindiliðið ímillum kundar okkara og verkstaðið.
Uppgávur verða m.a. kunda- og telefonavgreiðsla, ymisk umsiting og aðrar fyrifallandi uppgávur.

 

Vit bjóða

Sum skrivstovunæmingur á goymsluni, bjóða vit eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss, við nógvum læruríkum avbjóðingum og møguleikum.

Hjá Wenzel er eisini umráðandi at starvsfólk okkara trívast, og er sosiali felagstrivnaðurin tískil í hásæti.

 

Vit vænta

Vit vænta at tú ert fyrikomandi, ágrýtin, ábyrgdarfull/ur og røkin. Hevur hug at læra og taka ábyrgd. Eisini at tú hevur góðan teldukunnleika.

 

Umsókn

Umsókn kann sendast til tj@wenzel.fo

Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Teitur Johannesen, verkstaðsleiðara, á telefon 235513.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær.

Ger skjótt av — læruplássið verður sett skjótast gjørligt.

Bílegg
tíð
Til verkstaðin
ella røkt av bilinum