![](/upload/cache/images/2801-3000/4b0c5caa42e7322891d44d59cf7ef49955a130e0_w1152_h350_fC_ha49_va57_afp1.jpg)
Vælkomin til Wenzel
Hjá Wenzel eru vit greið yvir virðið, sum kundin hevur fyri okkara fyritøku.
Vit arbeiða miðvíst fyri at geva viðskiftafólki okkara dygdargóða tænastu á høgum støði.
Vit hava fólk við røttu førleikunum – bæði útbúgvingarligar og persónligar førleikar – soleiðis at vit loysa allar uppgávur á besta hátt.
Í dag starvast omanfyri 60 fólk hjá P/F Wenzel – fleiri teirra við drúgvum royndum hjá Ford og Volvo í Føroyum.
Vit dagføra okkum støðugt við tí nýggjasta í bilheiminum, soleiðis at starvsfólk okkara, altíð eru fakliga væl fyri.