


Kvinnukvøld á Wenzel 19. januar.
Hóskvøldið 19. januar bjóðar Wenzel til kvinnukvøld frá kl. 19.00 til 22.00. Skráin er spekkað við áhugaverdum fyrilestrum um m.a. bilar, heilsu, hár og makeup, sum nakrar av okkara dugnaligstu og fremstu á økinum fara at halda. Harafturat verður áhugavert prát millum Una Holm Johannesen og Anniku Olsen um, hvussu lívið í brennideplinum hevur ávirkað hana sum persón. Wenzel bjóðar ábit, bobblur og leskiligar rómabollar frá Stampekøkum, og Ester Kristiansen syngur nøkur løg. Øll sum luttaka fáa ein gávuposa við onkrum góðum.
Kvinnudagurin er ætlaður øllum kvinnum, og tí er upplagt at taka systur, mammu, dóttur, vinkonu, ommu ella aðra við til eina hugnaliga løtu. Allar eru hjartaliga vælkomnar og til ber at keypa atgongumerki á leinkjuni niðanfyri. Kostnaðurin er 250 kr.*
*Atgongumerki.fo tekur avgreiðslugjald á 20 kr, sum verður lagt afturat.
Ver vælkomin til ein hugnaligan kvinnudag á Wenzel.
WENZEL+
Wenzel+ er eitt ókeypis kundakort, ið gevur tær ymiskar ágóðar frá Wenzel og fleiri øðrum fyritøkum. Øll kunnu gerast limir í Wenzel+, og kann avgreiðast ókeypis á leinkjuni niðanfyri.
Tað eru altíð góðir ágóðar at fáa hjá Wenzel+ kundum og hesir síggjast á heimasíðuni hjá Wenzel undir Wenzel+. Í løtuni er t.d. møguligt at fáa avsláttur frá Haps, Geisa, Pizza67, Smiðjuni, Wenzel og CarRent.
Sum Wenzel+ kundi ert tú eisini fyrst at fáa innbjóðingar til ymisk tiltøk sum Wenzel og samstarvsfelagar skipa fyri. Sum limur fært tú sostatt nógvar ágóðar, góð tilboð, kanst luttaka í kappingum, fært nýggjastu tíðindi og mangt annað.
Tekna teg nú og ver við frá byrjan.
Á skránni

Annika Vang
Annika greiðir frá um bilrøkt

Annika Olsen
Prát við Anniku um lívið í brennidepilinum

Ásla Breyt Danielsen
Ásla vísur á tað nýggjasta innan hárstíling

Ester Kristiansen
Ester framførir nøkur løg

Mirjam R. Olsen
Mirjam gevur prei um make-up

Sølvá Joensen
Sølvá hugleiðir um vanar og heilsu

