Wenzel stuðul

Sera nógv søkja um stuðul ella samstarv við Wenzel, og tí hava vit gjørt nakrar leiðreglur niðanfyri, ið vit viðmæla at lesa, áðrenn umsókn verður send.
 
Ynskir tú at søkja um stuðul frá Wenzel til eitthvørt, so er neyðugt at senda eina skrivliga umsókn til studul@wenzel.fo. Greitt má verða frá í umsóknini, hvat endamálið er við tiltakinum, hvat stuðulin skal nýtast til og hvør upphædd talan er um. Harafturat má viðmerkjast hvønn ágóða Wenzel fær við at stuðla tiltakinum. Í hesum sambandi er vert at nevna, at vit ikki keypa lutaseðlar, bøkur, luttaka í kappingum og køkutombola. Á sama hátt stuðla vit heldur ikki námsferðum/uttanlandsferðum, veitslum, rakstri o.l.
 
Vit fáa fleiri umsóknir um stuðul hvønn dag, og tí vera umsóknir bara viðgjørdar 4. ferðir um árið. Vit viðgera umsóknir síðst í mars, juni, september og desember, og tí er av týdningi, at umsóknir verða sendar í góðari tíð. Allar umsóknir fáa svar umvegis teldupost, men umsóknir, ið koma inn við stuttari freist, verða ikki viðgjørdar. 

Vit fegnast um, at tit hugsa um Wenzel, nú tit ynskja stuðul, men vit fáa tíverri ikki stuðla øllum. Tí er avmarkað hvussu nógvum við stuðla hvørt ár, men tilber altíð at søkja aftur eina aðruferð.
 
 
Vinarliga
Wenzel

studul@wenzel.fo
 

Bílegg
tíð
Til verkstaðin
ella røkt av bilinum