VIT LEITA EFTIR EINUM DUGNALIGUM BÓKHALDARA

Ert tú ein nærlagdur talknúsari, ið dámar, at tingini stemma? So er tað kanska júst tær, ið vit leita eftir. Hjá P/F Wenzel søkja vit eftir einum royndum og fjøltáttaðum starvsfelaga til bókhaldið. Talan er um eitt fast starv.

 

Í bókhaldinum arbeiða vit fakliga breitt og gera eitt nú greiningar, avstemmanir, dagligt bókhald og samskifta við veitarar, starvsfólk og viðskiftafólk.

 

Vit ráðgeva leiðslu í fíggjarspurningum og samstarva tvørtur um allar deildir.

 

Tín fremsta uppgáva verður at hava dagligu ábyrgdina av bókhaldinum hjá P/F Wenzel, herundir ábyrgd av:

 

  • Røkt av kreditorum og debitorum
  • Avstemman av bankakontum og inngjøldum
  • Lønaravgreiðslu
  • Tolling
  • Dagligt samskifti við veitarar, starvsfólk og viðskiftafólk 

 

Tínir førleikar:

Vit vænta at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir, ið kunnu javnsetast við útbúgving.

 

Tað er av týdningi, at tú hevur breittfevnandi bókhaldsroyndir og góðan telduførleika,  arbeiðir sjálvstøðugt og samvitskufult, vísir røkiskap í øllum, tú gert, ert ein liðfelagi og hjálpir tínum starvsfeløgum, tá ið tað er brúk fyri tí.

 

Royndir við bókhaldsskipanini Dracar er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

 

Vit bjóða tær

Eitt spennandi starv, góðar og dugnaligar starvsfelagar og góðar arbeiðsumstøður. Løn og setanartreytir eru sambært avtalu millum partarnar.

 

Tú avgerð í stóran mun hvussu arbeiði títt verður skipað og arbeiðir sjálvstøðugt.

 

Starvsstaðurin er á einari deild hjá P/F Wenzel í Tórshavn, eftir nærri avtalu.

 

Umsóknarfreistin er mánadagin 22. februar 2026

 

Send okkum ein teldupost við tínari umsókn við avritum av CV, prógvum og øðrum viðkomandi skjølum til rd@wenzel.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Rúna Djurhuus, stjóra, á 505550 /rd@wenzel.fo

 

Starvið verður sett eftir nærri avtalu, og vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.

Bílegg
tíð
Til verkstaðin
ella røkt av bilinum