Verkstaðið

Á verkstaðnum hjá P/F Wenzel hava vit fleiri ára royndir innan Ford og Volvo. Fyri tín bil merkir tað at hann fær helst bestu service á marknaðinum, og fyri teg merkir tað at tín bilur er skjótari liðugur.

Opið er

Mánadag-Fríggjadag 8.00-16.10
Leygardag er stongt

Ring á tel. 354500 ella trýst her fyri at bíleggja tíð. Vit hava opið má-frí. kl. 08.00-16.10

Oljuskift

Vit mæla kundum okkara, sum hava ognað sær nýggjan bil frá okkum, at skifta oljuna eftir teir fyrstu 5.000 km. Síðani mæla vit til, at skifta oljuna fyri hvørjar 7.500 km.

Umráðandi er, at peila oljuna javnan. Eru tygum í iva um, hvussu hetta verður gjørt, ber til hjá tær, at koma á verkstaðið og lata okkum gera tað. Hetta uttan kostnað.

Tørvar bilinum at fáa oljuna skifta, hevur tú møguleika til, at venda tær til móttøkuna. Oljuskift verða vanliga avgreitt beinanvegin, um møtt er kl. 08.00.

Eftirlit

Bilurin er ofta ein stór íløga. Umráðandi er at viðlíkahalda bilin væl, so at søluvirðið ikki minkar óneyðugt, og at trygdin verður varðveitt.

Bílegg tíð á verkstaðnum
Skal bilurin á verkstað, kanst tú fylla út oyðublaðið niðanfyri og bíleggja tíð.