
Opið hús leygardagin 7. mai frá kl. 14.00–16.00
Fyrsti bilurin 100 ár
6. mai 1922 kom fyrsti bilurin til føroyar, tá Júst Sivertsen og Jóhannes Olsen keyptu ein Ford T lastbil frá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen.
Hetta fara vit at hátíðarhalda á Wenzel leygardagin 7. mai frá kl. 14.00 – 16.00.
Bókin »Fyrsti bilurin 100 ár« við søguni um fyrsta bilin og lýsing av samfelagsmenningini seinastu 100 árini, verður eisini útgivin á degnum.
BÓKIN FÆST ÓKEYPIS.
Vit grilla pylsur og bjóða softice og Bubu kemur á vitjan kl. 14.30.
Eisini hava vit hópin av leigubilum sum vera seldir fyri ein fantastiskan prís.
Vælkomin at vitja okkum á Akranesgøta 5.

Fyrilestur við Jason Watt
Leygardagin 7. mai kl. 16.00 – Tilmelding krevst
Danski kappkoyrarin Jason Watt heldur fyrilestur á Wenzel leygardagin 7. mai kl. 16.00.
Fyrilesturin er ókeypis, men krevur tilmelding vegna avmarkað pláss.
Um tú eigur bil frá Wenzel, ber nú til at melda teg til Wenzel+ og tekna teg til fyrilesturin.
Er ikki fultteknað, ber til hjá øðrum at koma á bíðilista við at senda teldupost til tt@wenzel.fo

Wenzel+
Eigur tú bil frá Wenzel, so ber nú til at stovna Wenzel+ limaskap. Sum Wenzel+ limur fært tú millum annað avsláttur á ymsar tænastur og vørur frá Wenzel og okkara samstarvsfeløgum.
Wenzel+ limir fáa eisini framíhjárætt at melda til Jason Watt fyrilesturin leygardagin 7. mai.