Leys størv

Wenzel umboðar Ford og Volvo í Føroyum, okkara starvsfólka hópur telur 22 fólk, ið øll virka fyri best møguligu tænastuni. 

Leys størv í løtuni:

Goymslulærlingur

Nú hevur tú møguleikan at koma í læru á goymsluni hjá okkum. Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi lærupláss á elstu bilasøluni í Føroyum har nógvar avbjóðingar og møguleikar eru fyri framman, nú felagið hevur fingið nýggjar eigarar. P/F Wenzel umboðar Ford og Volvo í Føroyum.

Sum goymslulærlingur kemur tú saman við okkara goymslutoymið at standa fyri innkeypi og sølu av eykalutum - bæði til kundar og verkstað okkara.

Uppgávur verða m.a. vøruumsiting, kunda- og telefonavgreiðsla og aðrar fyrifallandi uppgávur á goymsluni. Skúlagongd í sambandi við læruna er í Danmark.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og røkin. Eisini vænta vit, at tú hevur góðan teldukunnleika og dugir at orða teg skrivliga og munnliga á donskum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur HH, HF- ella studentsprógv. 

Ynskir tú nærri upplýsingar um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oddmar Ørvarodd, goymsluleiðara, á telefon 235501 ella senda ein teldupost til oddmar@wenzel.fo

Umsókn við prógvi og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggadagin 20. apríl 2018, og skal sendast sum teldupostur til oddmar@wenzel.fo ella sum vanliga post til P/F Wenzel, Akranesgøta 5, 110 Tórshavn.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær. 

Fólk at gera bilar klárar

Vit søkja eftir einum røskum fólki, at gera nýggjar og gamlar bilar klárar.

Vit vænta, at tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi. At tú hevur evni at samstarva og arbeiða sjálvstøðugt. Tú skalt hava koyrikort, og tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan  hetta økið frammanundan.

Lønin verður ásett eftir nærri avtalu við atliti til royndir. Meiri fæst at vita um starvið, við at skriva til Rúna Djurhuus á rd@wenzel.fo.

Hjá Wenzel er tað umráðandi, at okkara starvsfólk trívast og at okkara kundar eru nøgdir, tí virka vit í gerandisdegnum fyri, at vit í góðum arbeiðsumhvørvi veita góða tænastu. Vit tryggja okkum, at okkara vitan um bilverðina verður støðugt dagførd, soleiðis at vit eru fakliga væl fyri.

Í dag arbeiða 22 fólk hjá P/f Wenzel, fleiri teirra hava drúgvar royndir hjá Ford og Volvo í Føroyum.

Skrivlig umsókn merkt “Klárger” saman við prógvum, viðmælum v.m. skal sendast í seinasta lagi 1. februar 2018 til:

P/F Wenzel

Postboks 3043

110 Tórshavn

Att: Rúni Djurhuus

ella til rd@wenzel.fo

 

Ert tú okkara nýggi bilsmiður?

Vit leita eftir einum dugnaligum bilsmiði at arbeiða á okkara verkstaði.

Vit vænta, at:

- tú ert álítandi, røkin og fyrikomandi

- tú arbeiðir sjálvstøðugt

- tú dugir væl at samstarva

Lønin verður eftir nærri avtalu. Ring til Jákup á tlf. 23 55 06, um tú vil hava meira at vita um starvið.

Hjá Wenzel er tað umráðandi, at okkara starvsfólk trívast og at kundar okkara eru nøgdir. Tí virka vit fyri, at vit í góðum arbeiðsumhvørvi veita kundum okkara góða tænastu. Vit tryggja okkum, at vitan okkara um bilar verður støðugt dagførd, soleiðis, at vit altíð eru í fremstu røð fakliga.

Í dag arbeiða 22 fólk hjá P/f Wenzel, fleiri teirra hava drúgvar royndir hjá Ford og Volvo í Føroyum.

Skrivlig umsókn merkt “Bilsmiður” skal, saman við prógvum, viðmælum o.ø, sendast til:

P/F Wenzel

Postboks 3043

110 Tórshavn

Att: Jákup Hansen

ella til jakup@wenzel.fo