XC40

Nýggi Volvo XC40

– Nú er hann her!

Hetta er bilurin, sum øll hava bíðað eftir. Tann nýggi Volvo XC40. Dreymabilurin fyri dreymaprísin.

Við sínum heilt serliga snøgga sniði, nýggjum og skapandi goymslumøguleikum og við allarnýggjastu tøknini, er tann nýggi Volvo XC40 skræddaraseymaður til umhvørvið og mátan, ið vit liva í dag. Okkara nútíðar og framtíðar tørvir eru hugsaðir inn í bilin.

Nýggjasta tøknin bjóðar tær ein snildan og brúkaravinarligan touch-skíggja, har alt er hugsað niður í allar minstu smálutirnar. Til dømis er tað sera lætt at knýta tína snildfon í bilin, har tú millum annað kanst løða hana tráðleyst.

Nýggju goymslumøguleikarnir í nýggja Volvo XC40 gera tín gerandisdag nógv lættari. Tú kanst millum annað goyma tína farteldu í einum rúmi í bilhurðini ella undir setrinum, hanga taskuna ella matin, sum tú hevur keypt tær út við, á ein krók, sum kann breiðast út frá handskarúminum. Har er enntá eitt lítið rúm undir stólarminum, har tú kanst hava serviettar í, koyra teir í innbygdu ruskspannina aftaná brúk, og seinni taka ruskspannina úr og tøma hana. Og tað er sera lætt at ferma og tøma viðførisrúmið, sjálv um tú hevur báðar hendurnar fullar. Tú sveiggjar bara fótin undir bakkúfangaran og baklúkan fer sjálvvirkandi upp.

Tá tú setur teg í tann nýggja Volvo XC40, kennir tú teg beinanvegin tryggan. Tú hevur eitt einastandandi gott útsýni, samstundis sum einfalda sniðið inni í bilinum, teir lekru smálutirnir og tað sera vælumhugsaða tilfarið, geva tær eina kenslu av vælveru. Her sæst beinanvegin, at hentleikar, snið og trygd eru sett í hásæti. Við fartpiloti, neyðbremsu, fjarstøðumátari, skráseting av gongufólki kring bilin og við eini rúgvu av øðrum trygdarskipanum er hetta nokk ein tann tryggasti bilurin, sum nakrantíð er framleiddur. Hetta er jú ein Volvo.

Volvo XC40 hevur næstan alt sum standardútgerð: 17” lættmetal felgur, LED forlyktir við Active High Beam, fartpilot, hita í setrunum, 9" Touchscreen, Bluetooth, 2 USB-stik framman og aftan, Air woofer, 479 litra stórt viðførisrúm, sum er eitt av tí størsta í sínum bilklassa og mangt, mangt annað. Og um tað ikki er nokk, so fæst hann eisini við alskyns eykaútgerð.

Hevur tú altíð hevur droymt um ein lekran SUV, sum ikki er ov stórur, men alíkavæl rúmar nógv og har snið, tøkni, hentleikar og trygd ganga upp í eina hægri eind, ja, so er hetta dreymabilurin.

Og nú kanst tú gera dreymin til veruleika. Kom og royn hann hjá P/F Wenzel.

Prísur úr bara 398.000,-

Leveringskostnaður er ikki íroknaður.

Príslisti, XC40

Príslisti eykaútgerð, XC40